Frambrot í krabbameinsgransking

Ein genkanning kann staðfesta, hvørjir sjúklingar kunnu lekjast við einum heilivági fyri lungakrabba. Hesin nýfunni kanningarháttur er eitt frambrot fyri viðgerð av einum slagi av krabba, sum hevur høgan deyðatíttleika

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 Í Svøríki er triði hvør tilburður av krabbameini, lungakrabbi. 85 prosent av sjúklingum við lungakrabba fáa staðfest tað vanligasta slagið, sum er ikki smákyknað.
Higartil hevur sjúkrahúsverkið ikki havt nógv at bjóða sjúklingum, sum hava fingið staðfest hetta slagið av lungakrabba, ið hevur ein høgan deyðatíttleika.
               Men nú hava amerikanskir granskarar funnið ein máta, sum ger tað møguligt skjótt at finna tey, sum kunnu lekjast við eini nýggjari effektivari viðgerð.
               Úrslitini frá Dana Farbers cancerinstitut i Boston og einum bólki av granskarum við Massachusetts General Hospital, verður av serfrøðingum mett at vera eitt frambrot innan nútímans krabbameinsgransking.
               Heilivágurin, sum talan er um, eitur Iressa. Hesin heilvágur hevur fyrr víst seg at lekt summar sjúklingar, meðan hann hevur verið fullkomiliga uttan ávirkan á aðrar.
               Nú hava granskarar so funnið útav, at ein genkanning kann staðfesta, hvørjir sjúklingar kunnu lekjast við Iressa.
Tað sera áhugaverda við úrslitunum hjá granskarunum er, at tað vísir seg at vera stórur skilnaður í sjúkunum millum ymisku fólkasløgini.
Gengranskingar fara tí í framtíðini at hava stóran týdning í granskingini av øðrum krabbameinssjúkum.
Kelda: Dagens Nyheder