Frambrot fyri ítróttina

Leygardagin varð Badmintonhøllin tikin í nýtslu, og yngri sum eldri frøðast um frambrotið í Klaksvík

Heilt nógv fólk høvdu leitað sær í nýggju og snotuligu badmintonhøllina, tá hon varð tikin í nýtslu leygardagin 17. november

(Kelda: Klaksvíkar Kommuna)

Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu beyð vælkomin og greiddi frá einari spennandi skrá.

Jákup Anthoniussen, ið er ein av stigtakarunum, tosaði síðan um, at hugskotið til høllina stavaði frá einum brúsupráti í fimleikarhøllini fyri nøkrum árum síðani. Jákup vísti á, at frá tí at fyrsti spakin varð settur í, og til høllin stóð klár, vóru bert 14 mánaðir gingnir. Hann takkaði øllum, ið hvør á sín hátt høvdu verið við í verkætlanina og tóktist ikki sørt rørdur.


Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen ynskti badmintonhøllini vælkomnari og frøddist um ítróttarøkið sum ein nýggjan kraftdepil í Klaksvík. Borgarstjórin helt fyri, at ætlanir eru um bæði at samanbinda tær tríggjar KÍ-, badminton- og svimjihøllina og byggja nýtt stadionøki eystanfyri svimjihøllina.


Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni hevði tær søguligu brillurnar á og tosaði nógv um tann stóra týdningin, KÍ-høllin hevur havt fyri ítróttina í Klaksvík, síðan hon varð tikin í nýtslu í 1969. Høllin lat upp fyri heilt nýggjum møguleikum, eitt nú innandurafótbólti, badminton og vørumessum. Eisini hava samkomur nýtt høllina til møtir. Jógvan á Lakjuni ynskti síðani nýggju badmintonhøllin blíðan byr.


Ímillum tær mongu røðurnar, ið vórðu hildnar, sungu og spældu bæði kór og orkestur. Sangurin og spælið setti veruliga dám á løtuna.


Badmintonítróttin slapp sjálvsagt eisini upp í part. Fleirfaldi føroyameistarin í bæði single, double og mixed-double Sigrid Andreasen servaði fyrsta bóltin í badmintonhøllini. Sigrid var serliga eyðsýnd í 70'unum og fyrst í 80'unum. Síðani spældi núverandi føroyameistarin í single hjá monnum Niklas Eysturoy ímóti Tobiasi Effersøe, landsliðsvenjara og fyrrnevndi vann dystin.


Badmintonhøllin er eitt risa frambrot fyri ymsu ítróttargreinarnar í Klaksvík. Fleiri ítróttarfeløg hava keypt seg inní høllina. Flogbóltsfelagið Mjølnir, Rennifelagið Treysti, Hondbóltsfelagið Team-Klaksvík og Badmintonfelagið hava hølir uppi á svalanum. Sostatt kann sigast, at ítróttarfeløgini í Klaksvík hava fingið framúr umstøður at virka undir, og hetta fer óivað at síggast aftur á ymsu sigursskamlunum.