Framá við Sjálvstýrisflokkinum

Sjálvstýrisflokkurin er fyri yvirtøku av øllum málsøkjum so hvørt, sum vit hava ráð og fyrisitingarligan førleika til tess. Men vit vilja tryggja okkum, at allir føroyingar hava tað gott og trívast á vegnum móti fullari ábyrgd í øllum málum. Tá eitt málsøkið er yvirtikið vendst ikki aftur, tí mugu øll viðurskifti, sum viðvíkja økinum verða lýst væl og virðiliga, áðrenn vit taka ábyrgdina. Ikki fyrr enn vit eru óheft av donskum pengum, kann støða takast til, um vit vilja loysa ella ikki. Tá tað er hent, kunnu føroyingar fara til fólkaatkvøðu. Eingin vil taka eina so stóra avgerð, um útlitini fyri komandi tíðir eru ótrygg.

Allir møguleikar opnir
Sjálvstýrisflokkurin vil halda fram á sjálvstýrisleið, men ásannar eisini, at í løtuni eru nógv mál, sum eru meiri átroðkandi enn yvirtøkur. Fíggjarligu útlitini eru ikki góð og partar av vinnuni eru í djúpari kreppu. Hesa sannroynd fara vit at taka við í komandi samráðingum um at skipa landsstýri. Vit hava ongar bindingar um at fara í samstarv við ávísum flokkum og fara í ta samgongu, har vit fáa flest av okkara sjónarmiðum við.