Tað var tíðliga í kvøld, at ein ella fleiri brotsmenn fóru at skjóta í keypsmiðstøðini Olympia (OEZ) í München í Týsklandi.
Í keypsmiðstøðini eru eisini danskir handlar, eitt nú ONLY og Jack & Jones, og við danskar miðlar sigur danin, Finn Poulsen, at tað var kaos millum starvsfólkini í donsku handlunum, meðan skjótingin í miðstøðini fór fram.
- Tey noyddust at renna fram við deyðum fólkum fyri at koma út úr keypsmiðstøðini. Ein av brotsmonnunum stóð og skeyt fáar metrar frá okkara ONLY og Jack & Jones-handlum, sigur hann.
Nú váttar týska løgreglan, at í minsta lagi níggju fólk eru dripin í atsóknini í týsku keypsmiðstøðini.