Júst hesi bæði liðini lógu undan dystinum og kappaðust um bronsuheiðursmerkini, men henda dagin var eingin ivi um úrslitið. Fram vann nevniliga tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-22, 25-21, 25-18, so tølini tala heilt víst fyri seg. Við sigrinum hava teir nú lagt seg fýra stig fram um Fleyr á fjórða plássi, so dysturin um bronsuheiðursmerkini tykist í løtuni at vera avgjørdur.