Fram vann á skerdum ÍF liði

Flogbóltur: Fram vann dystin móti ÍF í høllini á Eysturskúlanum leygardagin 2-0

Leygardagin hittust ÍF og Fram í høllini á Eysturskúlanum í einum dysti, sum í veruleikanum var ein avgreiðsluspurningur.

Fuglfirðingar eru serstakliga illa fyri við fólki í ár, men um vikuskiftið var so illa statt, at teir vóru noyddir at taka leikarar av U16 liðnum, sum eisini spældi í Havn.

Hetta sást eftir tí, sum Sosialurin skilir ikki nóg væl á dystinum, tí fuglfirðingar vunnu eitt sett frá Fram. Kortini var tað ikki nóg mikið til, at fáa stig við til húsa aftur, tí tá hálvleikurin skuldi avgerast var Fram omaná og vann 7-4.

Við sigrinum á ÍF leygardagin varðveitti Fram annað plássi í deildini har teir nú hava seks stig fyri fýra dystir. Fleyr er á odda við 8 stigum og SÍ er á triðja plássi við fýra stigum fyri fýra dystir.