Fram-ÍF 2-0
Fram ætlar sær silvur í ár, og um vikuskiftið gekk tað út yvir ÍF. Havnadreingirnir vunnu 2-0 á ÍF, og við sigrinum tryggjaði Fram sær eitt gott útgangsstøði til kappingina um annaðpláss, sum stendur við Mjølnir.
Skuldu hava sigurin
Hóast tað vóru verandi meistararnir sum komu á vitjan í Eysturskúlanum, so var ikki annað væntandi, enn at Fram fór at tryggja sær sigurin.
Fram hevur havt gott tak á ÍF í ár, og teir eru serliga torførir at taka á heimavølli.
ÍF hevur, sum kunnugt, ikki somu styrki sum í fjør, og tí átti Fram at vinna henda dystin. Tað gjørdu teir eisini og tískil eru teir enn væl við í stríðnum um silvurmerkini.
Góð framtíð
Tað er eingin loyna, at Fram seinastu árini hevur verið tað mest spennandi sum er hent føroyskum flogbólti. Hóast ungir eru fleiri teirra sjáldsama knáir, og teir smæðast ikki burtur millum stóru feløgini.
Hetta kappingarárið hevur kortini ikki verið av teimum bestu millum annað tí, at Rúni Weihe, sum hevur verið undangongumaður á liðnum, hevur drigist við drúgvan skaða. Slíkt merkist, tí Rúni er ein einari í føroyskum flogbólti.
Torført er at spæla liðið saman av nýggjum tá ein so týdningarmikil leikari ikki er við á sínum vanliga plássi og tað hevur eisini merkt fleiri av dystunum hjá Fram í vetur.
Kortini hava teir hingið í oddinum og tað er einki at ivast í, at teir fara at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at tryggja sær silvurmerkini.










