Leygardagin hevði fótbóltsfelagið Fram aðalfund. Nevndarval var á skránni, og Álvur Danielsen varð afturvaldur sum formaður. Hann hevur verið leikari í felagnum í mong ár, og hann hevur eisini verið formaður í fleiri ár.
Finnur Jensen varð eisini afturvaldur í nevndina, og hann verður næstformaður og skrivari. Ørvur Heimbø er nývaldur nevndarlimur, og hann verður kassameistar.
Magnus Hentze, sum hevur verið nevndarlimur í fleiri ár, bar seg undan afturvali hesuferð, men hann er tó tiltakslimur í nevndini.
Uppflyting
Nýggja nevndin hevur eitt høvuðsmál, og tað er at vinna sæti í 3. deild. Tað lítla havnarfelagið hevur í løtuni umboðan í 4. deild, har tað hevur verið í nøkur ár.
Nevndin ásannar tó at fyri at røkka hesum máli er neyðugt at fáa fíggjarligu viðurskifti felagsins í rættlag.
? Felagið ásannar, at hetta er sera trupult, tí Tórshavnar Býráð ger mismun ímillum tey smáu og tey stóru feløgini í Havn. Hetta niðurbindur Fram fíggjarliga og gevur felagnum truplar umstøður at fáa eitt virkið ungdómsarbeiði, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Her verður serliga hugsað um vantandi venjingartíðir og um avtaluna millum býráðið og tey trý havnarfeløgini, sum eru HB, B36 og ítróttarfelagið Fram, um peningabýtið av lýsingum kring ovara vøll í Gundadali.
Nevndin í Fram ger vart við, at HB og B36 hava brotið hesa avtalu við at at býta tey 10 prosentini, sum Fram sambært galdandi avtalu hevur rætt til, sínámillum.
? Felagið hevur í mong ár kært sína neyð til Tórshavnar Býráð, sum hevur myndugleikan yvir lýsingunum, men hetta hevur ikki givið úrslit. Tí hevur felagið sent málið til ein løgfrøðing, verður sagt úr Fram.
Fortreytin fyri at Fram kann røkka sínum dreymi, sum er at hava eitt lið í fremstu deildini, er at býráðið syrgir fyri, at avtalan, sum gjørd er við feløgini, verður hildin.