Fram tók bronsuna

Undan brakinum um Havnina millum Fleyr og Fram í meistaradeildini hjá monnum var Fram fýra stig frammanfyri Fleyr við bert tveimum dystum eftir at leika.
Fleyr megnaði tó ikki at halda fast um bronsumøguleikan.. Fram vann dystin 3-1 við settúrslitunum 15-25, 25-20, 23-25, 21-25.