Fram steðgaði fuglfirðingum

Fram steðgaði sigursrøðini hjá ÍF í meistaradeildini hjá monnum í gjárkvøldið, tá teir vunnu ein javnan og spennandi dyst. Nú er dysturin um meistaraheitið aftur púra opin

FLOGBÓLTUR

Lagt var upp til ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í gjárkvøldið, tá Fram tók ímóti oddaliðnum, ÍF, í meistaradeildini hjá monnum. Í undanfarnu dystunum millum liðini hevði ÍF havt munin, og vunnu teir henda dystin, so kundu teir taka eitt stórt fet ímóti meistaraheitinum. Fram vildi tó ikki lata sær lynda við enn einum tapi, tí teir vunnu nevniliga dramatiska dystin eftir javnbrótara, og við sigrinum hava teir veruliga blást lív í aftur dystin um meistaraheitið.
Í fyrsta setti var annars einki, sum bendi á, at Fram fór at hava nakran møguleika henda dagin. ÍF stutt og greitt blásti heimaliðið av vøllinum. Gestirnir úr Fuglafirði løgdu seg á odda alt fyri eitt, og Fram fekk slett ikki fótin fyri seg í hesum settinum, sum endaði heili 25-10 til ÍF.

Fram fekk gongd á
Í øðrum setti vóru spælararnir hjá Fram tó vaknaðir, og nú gekk heldur javnari á. Tað tóktist tó, sum Fram hevði munin í hesum settinum, og móti endanum drógu teir eisini frá ÍF, soleiðis at teir vunnu annað sett 25-20.
Triðja sett var enn javnari, og her var at kalla slett eingin munur á liðunum. Enn einaferð megnaði Fram tó at hála seg fram við ÍF í seinastu bóltunum, og hetta settið vunnu teir eisini. Hesaferð gjørdist úrslitið 27-25, og nú var tað brádliga Fram, sum lá betur fyri at vinna dystin.
Nú sóu fulgfirðingarnir tó, hvønn veg tað bar, og í fjórða setti fingu teir aftur rætta uppá spælið. Teir vóru heldur betri við allan vegin, og ÍF megnaði eisini at vinna hetta settið 25-22, og so skuldi ein javnbrótari til fyri at finna ein vinnara.
Hesin javnbrótarin gjørdist sera javnur og spennandi, men í seinastu bóltunum hevði Fram betru nervarnar. Teir vunnu 15-13, og sostatt tryggjaðu teir sær sín fyrsta sigur ímóti oddaliðnum, ÍF, í ár.
Við sigrinum hevur Fram eisini blást nýtt lív í oddastríðið, har Mjølnir nú hevur ein hampiligan møguleika at finga ÍF aftur.