Fram skal til Klaksvíkar

Afutr í ár skal Fram spæla móti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið. Fram spældi leygardagin móti NÍF, og hendan dystin vann havnarliðið 4-1.
1. hálvleiki skoraði Terji Nielsen einsamalla málið fyri Fram. Eftir steðgin javnaði Ian Jacobsen, áðrenn Fram skoraði trý mál afturat. Málskjúttar vóru Áki Mortensen, Terji Nielsen og Sunleif Jacobsen.
Fram fer at vitja KÍ leygardagin í næstu viku.