Framúrskarandin kórsangur í Vesturkirkjuni

Ólavur Hátún
----

Næstseinasta sunnudag var høvi at hoyra kórsang í Vestur­kirkjuni, sum skaraði framúr.
Tað var kamarkórið Tarira, sum her í várhálvuni hevði fyrireikað seg til eina før­iska frumframførslu av gitnu Marcellus-messuni eft­ir italska tónaskaldið Pales­trina.
Saman við samtíðar­mann­inum Orlando di Lasso / Orlandus Lassus úr gomlu Niður­londum – t.e. nútíðar Norður-Frakland, Belgia og Holland – er Pierluigi da Palestrina (f. 1525 – d. 1597) at rokna sum fremsta tón­listar­liga umboðið fyri 16. aldar renaissancu tónlistina.
Munurin var tó tann, at með­an niðurlendingurin skapti eina ørgrynnu av bæði verðsl­igum og kirkjuligum tóna­verk­um, harav 60 mess­ur, skrivaði Palestrina tónleik mestsum bara til kirkjuligt brúk – m.a. fleiri enn hundrað messur.
Lassus er eisini meira fólksligur í sínum tónamáli við ofta brádligum skiftum í rytmisku og harmonisku til­gongdini, meðan Palestrina fer heldur varisliga fram við reglubundnari melodiføring og rytmisering og altíð hóv­liga fyrireikaðum skifti í tí harmoniska. Hansara tón­leikur kann tí tykjast í so asket­iskur í sínum tóna­máli – og tó er tað júst hesin tóna­tekniski agi, sum í avgerandi løt­um spennir upplivingina upp móti himmalskum hædd­um.
At tulka hendan tónleik er ikki einfalt, men við sín­um dugnaliga leiðara til hesa klassisku framførslu urgu­leik­aranum Petur Mart­in Johannesen megnaði Tarira hesa avbjóðing til fuln­ar. At kórið við sínum stovn­ara og dagliga leiðara tóna­skaldinum Sunleifi Ras­mus­sen í stóran mun hevur lagt seg eftir at fram­føra og frum­fram­føra ofta náði­leysan nútíðar kórtónleik er eyðskilt og eisini mennandi fyri kórsang í Føroyum. Men nú uppgávan var at endur­geva klassiskan kórtón­leik, sum - í sínari tíð skrivaður til tað gitna italska bel can­toið - støðugt fjálgandi hev­ur hildið sær í meira enn 400 ár, kendist tað eins og friður og vælvera var fallin yvir røddirnar til bæði í sam­feldari heild og stígandi fram í smærri bólkum, kvartettum, at geva til kennar ein kórljóm, sum eftir konsertina fekk skilamann at taka soleiðis til: «Hatta er krúndiamanturin í føriska kórheiminum!«