Framúrskarandi tíðindir úr USA

Seinasta mánaðin hava alheims fíggjarmarknaðir, við alstórum spenningi, bíða eftir, at amerikanska arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin farna fríggjadag aftur skuldi kunngerast.

Mótvegis tveimum teimum seinastu frágreiðingunum, gjørdist hendan av sonnum bjørt, tí heili 308.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í USA í mars. Samstundis varð talið fyri februar dagført úr 21.000 í 46.000.
Av tí at vænta varð, at talið fyri mars fór at verða 120.000 og tí at ein bjørt frágreiðing endaliga varð staðfest eftir at tær undanfarnu høvdu verið daprar, ávirkaðust fíggjarmarknaðirnir ógvusligt. Eftir kunngerðina hækkaði danska 2 ára rentan 0,17%-stig meðan 10 ára rentan hækkaði 0,13%-stig. Dollarin styrknaði úr uml. 604 í 614 mótvegis krónuni, og norðurlendsk partabrøv hækkaðu áleið 1,5%.
Bjørtu tølini komu sum kallaði. Hóast greið tekin eru um búskaparligan vøkstur í USA, so hevur amerikanski búskapurin ikki megnað at seta fleiri arbeiðspláss á stovn, m.a. tí at eisini framleidni er økt í seinastuni. Tað er serliga umráðandi at fleiri arbeiðspláss verða sett á stovn, tí hesi skulu til, fyri at tryggja framhaldandi eftirspurning og búskaparvøkstur tá árininið av stimrandi búskapartiltøkunum hjá Bush stjørnini fara at hasa av.
Kaupthing metir at so bjørt tøl kunnu føra við sær, at hýrurin í marknaðunum broytist. Renturnar hækkaðu nógv av frágreiðingini, og væntast kann, at renturákið nú er broytt úr lækkandi til støðugar ella hækkandi rentur. Peningapolitiskt leggur frágreiðingin lunnar undir hægri leiðandi rentur í USA, men Kaupthing metur, at aðrar bjartar frágreiðingar skulu til, áðrenn hetta hendur. Í Evropa fara renturnar ikki at hækka enn, tí meira striltið gongur í búskapunum, samstundis sum róð verður fram ímóti at lækka rentuna í Evropa.
Eftir bjørtu frágreiðingina verður spennandi, nú roknskapir fyri 1. ársfj. fara at verða kunngjørdir. Roknskapirnir fyri 4. ársfj. vóru bjartir og roknast kann við at rákið við bjørtum roknskapum heldur fram. Hesa vikuna kunngerða m.a. Yahoo!, Intel og General Motors.