Framúrskarandi Harry Potter

Tann seinni filmurin um Harry Potter er betri enn tann fyrri. Hann er spennandi og skemtiligur og tú verður ofta tikin á bóli

UMMÆLI

Nú kanst tú aftur fylgja Harry Potter á enn einum spennandi ári í Hogwarts.
»Harry Potter og kamarið við loynidómum« er annar filmur um tann unga gandakallin, Harry Potter.
Harry leingist eftir at vera saman við bestu vinum sínum Ron Weasley og Hermione Granger. Harry undrast yvir, hví hann einki bræv hevur fingið frá teimum alla summarfrítíðina, men hetta vísir seg seinni at hava eina undarliga orsøk.
Ikki dámar Harry at vera í Privetgøtu hjá gubbanum, gummuni, harra og frú Dursley, og teirra forkelaða soni Dudley, systkinabarn Harry. Gott verður at sleppa undan gerandisskeldinum og arganini.
Mest av øllum gleðir Harry seg at byrja annað árið í Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist, men ikki gongst sum ætlað. Tí fyrst roynur onkur at forða honum at sleppa aftur í skúlan, og tá tað hóast alt eydnast, verður næstan einki sum áður.

Betri enn tann fyrri
Óndar maktir gera um seg á skúlanum og leggja seg eftir næmingum av muglaraætt. Í øllum hurlivasanum finnur Harry útav, at hann hevur enn eitt óvanligt gandaevni, sum tann óndi, mæti Voldemort yvirførdi honum, tá Harry var smábarn.
Í byrjanini kemur hetta gandaevnið honum ikki til góðar, men ger tvørturímóti, at mangir vinir venda honum ryggin. Ikki verður lættari, tá Harry verður mistonktur at vera hjálparmaðurin hjá tí ónda gandakallinumVoldemort.
Vit í Sosialinum vóru til frumsýningina av »Harry Potter og kamarið við loynidómum«, og vóru samd um, at hesin filmurin er munandi betri enn tann fyrri »Harry Potter og vitramannasteinurin.«

Lættur at skilja
Filmurin er sera lættur at skilja, og hevur ikki fløkt innihald. Sjálvt um filmurin vardi næstan 3 tímar, virkaði hann yvirhøvur ikki langdrigin. Um tú hevur lisið bókina »Harry Potter og kamarið við loynidómum« er tað lættari at skilja filmin, tí í filminum mangla nógv brot, sum eru í bókini.
Filmurin var spennandi og rættiliga skemtiligur. Og av og á blivu vit kløkk.
Munurin á fyrsta og øðrum filmi er, at annar filmur fer longri inn í dýpdina í ævintýraheiminum.
»Harry Potter og vitramanna steinurin« er grundarlagið undir Harry Potter heiminum, tí har varð nógv gjørt burtur úr at greiða hyggjaranum frá um filmin, við at lýsa støðini og verurnar. Persónarnir, Hogwartsskúlin, quidditch spælið og yvirhøvur hvussu gandaheimurin virkar skuldi lýsast, so ein kann liva seg inn í teir komandi filmarnir.
Í »Harry Potter og kamarið við loynidómum« sært tú meira til eitt ævintýr við eini rættuligari søgugongd, tí tú kennir teg aftur.
Filmurin um Harry Potter tekur teg á bóli, vit vóru bæði spent og bilsin og fóru væl nøgd til húsar.