Framúrskarandi Hamferð

Dugi ikki at seta fingurin á nakað. Listaportalurin ummælir Hamferð.

Talan er um eina sjáldsama væl samanhangandi útgávu; frásøgn, sangur, tónleikur, instrumentering, kompositión, ljóð og huglag mynda eitt heildarverk – hetta er í sær sjálvum vælsignað at uppliva í hesum tíðum, har tørvurin á uppmerksemi eftir øllum at døma er størri enn tørvurin at lata heilskapað verk úr hondum – hesin tørvur er í øllum førum so mikið stórur, at stakløg verða tveitt út í poppvørp so skjótt sum tey eru klár og helst áðrenn, skrivar Kinna Poulsen m.a. um Hamferð á listaportal.com.

 

Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit  eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin, skrivar www.listaportal.com m.a. um Hamferð, og har kann alt ummælið eisini lesast.