Framúrskarandi í Argentina

Heidi Andreasen vann eisini eitt bronsumerki í seinastu kappingini, og hevur sostatt trý heiðursmerki við sær, nú hon kemur heimaftur

svimjing

Sum nevnt í týsdagsblaðnum, so hevði Heidi Andreasen tryggjað sær tvey silvurmerki í HM-kappingini í Mar del Plata í Argentina. Í hesum høvdu vit tó ikki fingið seinasta heiðursmerki hennara.
Heidi vann nevnliga eisini eitt bronsumerki, tá finalan í 50 metra frísvimjing var á skránni á seinasta kappingardegnum. Sostatt vann Heidi trý heiðursmerki í fýra kappingum, og tað kann neyvan sigast vera annað enn framúrskarandi, tá hugsað verður um fortreytirnar, sum hon hevði undan hesi kappingini.