ÁRSÚRSLIT
Tað gongur gott hjá føroysku nótabátunum. Ella rættari sagt tað gekk ógvuliga gott í 2001. Ikki minst hjá P/F Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Saksaberg. Hesi bæði seinnu skipini eiga dótturfeløg hjá Varðanum.
Heili 86 milliónir kr. stóðu eftir hjá Varðanum, tá alt var farið av og yvirskotið gjørt upp. Í 2000 var avlopið 4,7 mió. Fiskiskapurin hjá øllum skipunum hevur roynst væl, men framúr góða úrslitið skyldast einamest, at felagið hevði stóran vinning við sølu av partabrøvum. Nevnast kann, at vinningurin hjá Varðanum er størri enn hann hjá Føroya Tele og øðrum stórum fyritøkum.
Roknað verður ikki við, at árið í ár verður eins gott og í fjør, men á góðari verður tað mestur, sambært fráboðan frá felagnum.
Jákup Sólstein, formaður í felagnum Nótaskip, sigur, at sum heild royndist 2001 væl fyri nótaskipini.
?Tað var fyrst og fremst tí, at tað vóru so ógvuliga stórar nøgdir av serliga svartkjafti og eisini makreli, sigur Jákup Sólstein.
Fiskaprísirnir hava verið høgir, men tað er fyrst og fremst stóru nøgdirnar, ið hava slóðað fyri góða úrslitinum hjá nógvum av skipunum.
Nótaskip royna eftir pelagiskum (uppisjóvar) fiskasløgum, og tað hevur eydnast stak væl í fjør, men í ár er støðan eitt sindur slakari. Eitt nú sildin fæst tað minni fyri í ár. Eisini er hámark sett á kvoturnar, soleiðis at skipini í ár ?bert? kunnu fiska 200.000 tons av svartkjafti. Veiðan í fjør lá omanfyri 265.000 tons.
Jákup Sólstein vísir á, at við pelagiskum fiskasløgum, so er tað ógvuliga skiftandi, hvussu árini roynast.
Topp 25
Skeita vit at topp 25-listanum yvir føroyskar fyritøkur í 2001 sæst, at árið 2001 ikki var tað bíttasta fyri føroyskt vinnulív. Tað er bussiness-line.fo, sum hevur gjørt listan. Listan skal takast fyri stórum fyrivarni, tí enn manglar ein stórur partur av roknskapinum at verða lagdir inn á skipanini. Tó líkist listin sær sjálvum higartil. Á ovastu rók er sum vant Føroya Banki, ið við sínum 168 mió. kr. í yvirskoti í 2001 neyvan verður tikin av ræðið á vunnu rókini.
Minstamark higartil er 7,9 mió í vinningi, sum P/F Fútaklettur higartil eigur. Enn vanta góðir 900 roknskapir. Roknast kann eitt nú við, at eitt felag sum Christian í Grótinum vinnur eitt sæti á listanum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at stóru reiðaríini eiga fylla ein stóran part av listanum. Ikki tí góða gongdin í búskapinum smittar av á øll, og tænastusektorurin hevur so sanniliga eisini notið væl av gongdini í samfelagnum. Við teimum tjúgu prosentunum í partafelagsskatti, so fær landskassin eisini sín ágóða av góðu gongdini.
Vit prenta listan her á síðuni.