Talan gjørdist um eina minniliga útgávukonsert hjá feðgunum Jógvani og Bárði á Lakjuni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Talan gjørdist um eitt fult mentanarhús við 250 áhoyrarum.
Saman við garvaðum tónleikarum og strúkarum, kórsangarum og børnum í familjuni framførdu feðgarnir á Lakjuni løgini á tí nýggju fløguni "Gakk tú tryggur".
Jógvan eigur 7 av 12 løgum á fløguni, Bárður eigur hini fimm løgini. Hans Andrias Djurhuus eigur 6 av tekstunum, VIctor Danielsen eigur týðingina til tveir sangir, Mikkjal á Ryggi, Levi Niclassen, Astrid Joensen og Bárður á Lakjuni eiga orðini til hvør sín sang á fløguni.
Góðar sang- og tónleikaframførslur gjørdu konsertina framúr góða.
Tá øll best hildu, at konsertin varð liðug, so komu heili trý yvirraskilsi til Jógvan á Lakjuni, sum hátíðarhelt sín 60 ára føðingardag í dag.
Fyrst kom Frits Johannesen upp við fyrrverandi limum í gentukórinum í Fuglafirði, og tær sungu ein sang, sum Jógvan hevur tónsett. Jógvan og Frits stjórnaðu gentukórinum í 1980-unum og 1990-unum.
Duppultkvartettin "Vega", sum Jógvan eisini er partur av sang ein jólasálm til eitt lag hjá føðingardagsbarninum.
Siloakórið kom eisini upp at heiðra Jógvani. Tey sungu sangin "Nú farast allar rósur", sum Jógvan hevur tónsett. Og Siloakórið og Gentukórið sungu saman "Summi Fólk so fegin", sum Jógvan hevur tónsett.
So konsertkvøldið sum longu var framúr gott, gjørdist sera minniligt.
Undir greinini ber til at hoyra prát við Jógvan og Bárð á Lakjuni, umframt eitt prát við M.C. Restorff, sum segði nøkur góð orð um tónlistina hjá Jógvani og Bárði.
Tað ber eisini til at síggja og hoyra ta fyrstu løtuna av konsertini her : www.youtube.com/watch
À hesari leinkjuni sæst og hoyrist tá Bárður saman við børnum sang sangin "Tú ert ein sólstrála", sum Bárður hevur gjørt orð og lag til: www.youtube.com/watch
Kendasta lagið hjá Jógvani á Lakjuni er lagið til "Gakk tú tryggur" hjá Hans Andrias Djurhuus. Á hesari leinkjuni sæst og hoyrist, tá Jógvan og Maria Lakjuni sungu sangin, sum vorðin er stór fólkaogn: www.youtube.com/watch
Myndina hevur Ólavur Larsen frá mentanarhúsinum í Fuglafirði tikið stutt undan, at konsertin byrjaði.









