Framúr fótarbeiði

Oddagrein:

Eftir øllum at døma kom hvítur roykur úr FSF-húsinum í gjárkvøldið. Og eftir øllum at døma eitur komandi føroyska landsliðsvenjarin í fótbólti Colin Calderwood.

Hetta boðar frá einum stílskifti innan føroyskan fótbólt, har danski venjaraskúlin annars hevur verið tann heilt dominerandi, síðani farið var upp í altjóða fótbólt. Nakað sum heldur ikki er ónáttúrligt, tá føroyska venjaraútbúgvingin er samskipað í neyvum samstarvi við DBU.

Enn eru ikki allar súður syftar, men valið við Calderwood tykist vera sera spennandi. Men eins spennandi hevur tað verið at fylgt við í endaspurtinum, nú talið av kandidatum var skorið niður í bert tríggjar.

Tí veruleikin er helst eisini, at tað ongan tíð hava verið tríggir somikið spennandi og væl kvalifiseraðir kandidatar til starvið sum føroyskur landsliðsvenjari. Og her eigur Fótbóltssambandið stórt rós uppiborið fyri forarbeiðið, sum er gjørt.

Við hesum hevur FSF eisini víst, at tað ber til at selja og branda Føroyar, um hetta bara verður gjørt á rættan hátt. Uttan at avmarka seg sjálvan hevur FSF sett krøv og ynski til ein komandi landsliðsvenjara upp, og hetta er eftir øllum at døma gjørt somikið lokkandi, at hópur av væl skikkaðum umsøkjarum hava leitað móti avbjóðingini. Og tað at kapprenningin at enda stóð millum tríggjar venjarar úr trimum ymiskum londum boðar væl eisini frá breiðu undirtøkuni, sum hetta fótarbeiðið hevur givið úrslit í.

Um so valið av Colin Calderwood er tað rætta, kann bert eftirtíðin vísa. Men fyri at eydnast er fyrsta fortreytin, at fyrireikingarnar eru góðar.

Og tað ger ikki úrslitið verri, at valið fall á Skotland, har vit hava sterk mentanarlig bond. Og hvør veit, um vit ikki eisini fáa skotska mótstøðu fyri fimtu ferð á rað, tá lutur verður kastaður um komandi EM-undankappingina.

So fyri fyrst er at siga tillukku til FSF og eitt stórt Welcome to Colin Calderwood.