Framúr byrjan til Føroyar

Evropameistara kappingin í Bridge, verður í hesum døgum leikt í Mølmø. Trý tey fyrstu umførini vóru leikt í gjár 20. juni.
Liðið hjá okkum í opna ræðnum fekk eina framúr byrjan við at vinna 20-10 móti Íslandi, 19-11 móti Týsklandi og spæla javnt 14-16 móti Onglandi Góða føroyska spælið hevur viðført at Føroyar liggja sum nummar seks við 53 stigum.

Top 10:
Póland 69
Italia 64
Turkaland 64
Norra 62
Russland 58
Føroyar 53
Týskland 53
Svørríki 53
Wales 53
Belgia 49

Damulandsliðið, ið eisini luttekur í kappingini fekk eisini eina góða byrjan, tær taptu 11-19 móti Italia og spældu síðani javnt móti norra. Tær liggja á 16. plássinum og eru frammanfyri lond sum Danmark og Ísland.


Føroyar nr. 44 av 111

Ein nýggjur altjóðar styrkilistið er júst gjørdur. Á honum sæst at Føroyar hava tikið seg nógv framm. Av teimum 111 londunum, sum er á listanum eru Føroyan nú nummar 44. Tað eru serliga tey framúr úrslitini Føroyar høvdu til seinasta NM, ið gera góðan mum.