Mezzecorona, Italia: Vanliga plagar Flemming Raben at vera ein maður, sum hevur hampuliga stuttan veg til smílið, og løtan eftir sigurin á Belgia var so einki undantak í so máta.
Eftir dystin fingu vit orðið á hann, og fyrst og fremst legði hann dentin á, hvussu nógva orku leikararnir høvdu lagt í dystin.
- Geisturin í spælinum var 100%. Tað haldi eg var fremsta orsøkin til, at tað gekk so væl. Allar eru tær alla tíðina fult konsentreraðar um at halda tær avtalur, sum vit gjørdu í verjupartinum, og so má tað koma í aðru røð, at vit serliga í fyrra hálvleiki fremja nakrar tekniskar feilir, eins og kontra-spælið ikki gekk heilt eftir vild. Tað eru so í øllum førum lutir, sum vit kunnu arbeiða við komandi dagarnar, helt hann, tá vit spurdu, hvussu væl nøgdur hann var við føroyska avrikið.
Hugsaðu bert um seg sjálvar
Beint undan føroyska dystinum, høvdu tey bæði komandi mótstøðuliðini hjá okkara dystast, og her sóu føroysku leikararnir seinasta korterið ella so av einum dysti, har hvørki av liðunum tóktist hava nakra ræðandi styrki.
Var hetta kanska eisini nakað, sum sissaði føroysku leikararnar, soleiðis at tær ikki gjørdust ovurspentar undan dystinum.
- Nei, tað haldi eg slettis ikki. Spenningurin hjá okkum var fult so stórur kortini, og sum so løgdu vit heldur ikki nakran dent yvirhøvur á tann dystin, sum vit so eisini bara sóu seinasta partin av. Fyrst og fremst, so hildu vit okkum til okkara avtalur, og tann partin røktu tær til fulnar. Vit broyttu sum so heldur ikki tað stóra upp á hesar í dystinum, men tað víst seg heldur ikki at vera neyðugt, staðfesti venjarin.
Og so skiftu tit eisini rættiliga nógv út. Var hetta tilvita fyri at spara leikararnar, nú talan er um so strævna dystarskrá.
- Ja, partvíst ræður jú um hjá okkum at hava leikararnar so væl fyri, sum tað er møguligt til allar dystirnar, og tí er neyðugt, at tær eisini kunnu hvíla seg í dystunum. Og so ræður sjálvandi eisini um at fáa allar ígongd. Tað haldi eg sum so eisini, at allar komu, og sjálvt um okkurt sjálvandi kann betrast, so var hetta samanlagt ein framúr byrjan, staðfesti altso Flemming Raben at enda.