Framúr av Sic

- Eftir mínum tykki hevði Sic sína bestu framførslu nakrantíð, sigur Erland Sivertsen, sum hoyrdi Sic á Wacken Battle Metal mikukvøldið.

Føroyski tungmálmsbólkurin Sic er í hesum døgum á stóra tónleikafestivalinum Wacken í Týsklandi. Wacken verður roknaður sum heimsins størsti festivalur fyri tungmálms-bólkar, og vanliga vitja eini 75.000 fólk festivalin.
Umframt at vera ein tónleikafestivalur, er Wacken eisini ein kapping, har besti bólkurin skal finnast. Tungmálmsbólkurin Sic umboðar Føroyar á Wacken, og bólkurin var á palli mikukvkøldið.
- Eftir mínum tykki framførdi Sic sína bestu konsert nakrantíð. Eftir framførsluna tosaði eg við onkran av dómarunum, sum vóru bergtiknir av framførsluni hjá Sic og mettu bólkin at vera í toppinum, sigur Erland Sivertsen.
24 bólkar vóru á palli í Wacken Battle Metal mikudagin, og teir síðstu skuldu á pallin dagin eftir. Bólkarnir koma alla staðni frá úr heiminum.
Avgerðin, hvør vinnur heiðurin sum besti tungmálmsbólkur í ár, fellur seinnapartin fríggjadagin.
Á tíðindaportalinum in.fo ber til at síggja fleiri myndir frá framførsluni hjá Sic, umframt at lesa um, hvussu føroyski tungmálsmbólkurin stóð seg í kappingini.


MYNDATXT:
Sic á palli frammanfyri 10.000 fólkum á Wacken Battle Metal mikukvøldið. Mynd: Erland Sivertsen.