Fiskivinna
Partrolararnir, Fram og Vestmenningur, hava gjørt ein roktúr.
Teir landaðu góð 300.000 pund í Vestmanna í gjár eftir at hava roynt í 8 dagar.
Á Fiskavirking í Vestmanna vita tey at siga, at skipini hava roynt eystanfyri og vestanfyri Suðuroynna. Eini 95% av veiðini er upsi.
Grønanes í dag
Ætlandi landar Grønanes í Vestmanna í dag. Hvussu nógv, teir hava inni, vistu tey ikki, tá ið vit frættu fyrrapartin í gjár.
Hetta er seinasti túrurin hjá Grønanesi, áðrenn skipið fyri til klassingar í Danmark. Grønanes verður helst úr vinnu einar 6-7 vikur.
Vesturtúgvan, sum trolar saman við Grønanesi, fer eisini á beding, nú ?makkarin? fer til Danmarkar.