Fram og B68 togast

Fram skrivaði mánadagin, at teir nú hava gjørt endaliga avtalu við B68 um Hans Fróða Hansen, men enn hevur B68 so ikki váttað handilin

Leikaraskifti

Líkt er til, at íslendska fótbóltsfelagið, Fram, framhaldandi roynir at trýsta eina semju við B68 ígjøgnum viðvíkjandi keypinum av Hans Fróða Hansen.
Sum vit skrivaðu í farnu viku, so boðaði Fram tá frá, at teir hava keypt føroyska landsliðsmannin, men sambært B68-formanninum, Niclas Davidsen, so var tó einki í hesum.
Í somu grein varð víst á, hvørjar trupulleikar Fram kundi koma í, um so var, at teir høvdu gjørt avtalu við leikara uttan um felagið, sum hann er sáttmálabundin at, men tað mundi tó vera so sum so við sáttmálanum. Og í øllum førum segði Hans Fróði Hansen seg einki kenna til hendan.

Eru nærri
Mánadagin seinnapartin skrivaðu teir á heimasíðuni hjá Fram so aftur um handilin. Hesaferð staðfestir felagið, at nú eru øll viðurskiftini við leikaranum komin í rættlag. Sagt verður, at onkur misskiljing var íkomin millum leiðslurnar í Fram og B68, men at hesar nú eru greiddar, og at leikarin nú kemur til Íslands seinast í hesum mánaðinum.
Men tað tykist tó ikki, sum um forkláringstrupulleikin hjá íslendska felagnum er vorðin minni av hesi orsøk. Í øllum førum vilja toftamenn framvegis ikki kennast við handilin, tó at ávís framstig eru hend í so máta hesa seinastu vikuna.
- Vit hava so framvegis ikki skrivað undir nakra avtalu við Fram, men eg kann tó siga somikið, at partarnir eru nærri hvørjum øðrum nú, enn vit vóru fyri eini viku síðani, sigur Niclas Davidsen, formaðurin í B68.
Hvussu nær partarnir eru, vil B68-formaðurin tó ikki siga nakað um, men hvussu er og ikki, so skal hesin parturin av avtaluni upp á pláss, áðrenn nakar handil kann gerast veruleiki.