Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Zürich
Eitt sindur seinkað lendið flogfarið hjá Atlantic Airways í Zürich mikukvøldið. Floglíkindini vóru av teimum bestu, so ferðin úr Føroyum tók ikki meira enn á leið tríggjar tímar, men ferðslan á vøllinum var nógv, og tí varð flogið í ring eina løtu, áðrenn flogfarið kundi seta seg.
Komnir á flogvøllin gekk alt bæði skjótt og væl, og ikki gingu nógvir minuttir, fyrr enn leikarar, fjølmiðlafólk og áskoðarar kundu seta kós móti fyribils bústøðum sínum.
Spjadd
Føroyska ferðalagið er spjatt í trimum bólkum á ferðini.
Áskoðararnir og pressan búgva miðskeiðis í býnum, tó at talan er um tvey ymisk hotel, meðan leikararnir sjálvir búgvi í útjaðaranum av býnum. Har umframt er eisini bólkurin hjá 12.manni í Zürich í hesum døgum. Hesi eru komin umvegis Keypmannahavnar við bussi, og sum vit hava skilt tað, ætla teir báðir føroysku áskoðarabólkarnir at fyriskipa eitthvørt, nú upp undir dystin.
Hósmorgunin fór føroyska liðið so undir fyrstu venjingarnar, sum fóru fram á Dürbach Stadion, sum liggur í útjaðaranum av býnum.
Tað tók tó sína tíð at finna fram til hetta Dürbach Stadion. Eftir at hava fingið fráboðað tvey ymisk pláss, har venjingin skuldi fara fram, og eftir at hava koyrt runt í Zürich í trý korter, eydnaðist hetta tó endiliga. Tíbetur má sigast, at hýruvognsførarin var somikið blíður, at hann steðgaði skjóttgangandi taxametrinum eftir tað fyrsta korterið, so rokningin fyri túrin ikki gjørdist alt ov stór.
Allir eru klárir
Venjingin sjálv tóktist ikki at vera av harðasta slagnum. Nakað av smábólti, so heimligu spælararnir aftur kundu venja seg við at hava rættiligt gras undir fótunum.
Tað var tó hugaligt at staðfesta, at eingir skaðar tykjast at gera um seg á føroyska liðnum. Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, er nakað eymur í lærkrikanum eftir eitt langt kappingarár, meðan John Petersen hevur nakað av trupulleikum við knænum.
Fyrrverandi landsliðsleikarin, Páll á Reynatúgvu, sum er annar av fysioterapeutunum á ferðini, metti tó ikki, at talan var um nakað álvarsmál, og líkt er tí til, at Allan Simonsen hevur allar mans tøkar, tá liðið skal setast.
Seinasta partin av venjingini varð spælt upp á tvey mál, og av hesum var líkt til, at uppstillingin longu er um at taka skap í høvdinum hjá venjaranum. Tað tóktist í øllum førum sum um, at nakrar av ætlaðu snildunum leygardagin vórðu royndar, og skal gitast um eina uppstilling, verður henda soleiðis: Jákup Mikkelsen ? Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Sámal Joensen, John Petersen, Øssur Hansen ? Kurt Mørkøre, Uni Arge.