Fram hevur fiskað tað síðsta av síni makrelkvotu og er nú á veg á Tvøroyri við veiðuni.
Fram hevur fiskað í ES sjógvi saman við Niels Paula og hevur Fram uml 500 tons.
Hetta er næsti túrurin hjá Fram millum jól og nýggjár.
Fram byrjar at landa til Varðan Pelagic 1. januar um 20 tíðina, veit sudurras.fo at siga.