Seinastu góðu tvey árini hevur Fram II ligið upplagdur í Klaksvík. Skipið varð bygt í 1975 og er knappar 60 metrar til longdar.
Tað er skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum nú endiliga skipaði fyri søluni av skipinum vegna P/F Sea Freeze, ið er ein partur av JFK-Seafood í Klaksvík.
Ætlanin hjá nýggja eigaranum er at gera nakrar ábøtur á skipið, áðrenn siglt verður tann langa túrin til Namibia, sum væntandi kemur at taka einar 3-4 vikur.
Skipið skal fiska rossamakrel og onnur fiskasløg í Namibia og møguliga eisini í Angola.
JFK-Seafood keypti upprunaliga Fram II og frystitrolarin Pelagos úr Vestmanna vegna veiðuloyvini. Avgjørt varð síðani at selja hesi bæði skipini, og MARETEC skipaði tá eisini fyri søluni av Pelagos, sum varð seldur til Mauritius fyri tveimum árum siðani.