Ein av bestu leikarum hjá Fram leygardagin var Rúni Weihe, sum eisini má metast millum bestu leikarar í landinum í løtuni. Í vár varð hann kosin Ársins móttøkuleikari, ella verjuleikari, sum tað eisini eitur, og hann var ein av høvuðsstuðlunum á landsliðnum, sum var á Oyggjaleikunum í fjørsummar.
Hann var sjálvandi væl nøgdur við at hava vunnið móti Fleyr - tvey týdningarmikil stig afturat umframt at tað var slagið um Havnina, sum varð vunnið.
Men hann var eisini greiður yvir, at Fram kann gera tað enn betur, enn teir gjørdu leygardagin.
- Til endans riggaði alt, sum tað skuldi, men byrjanin var alt ov sløv, og vit taptu eisini fyrsta sett, segði hann aftaná dystin.
- Eisini í triðja setti føra vit 13-1, men lata teir alíkavæl koma inn aftur í dystin. Men tað hendir jú ofta, tá man kemur so langt framum, at man so fer at taka sær eitt sindur av løttum, segði Rúni.
- Kanska vóru vit eisini eitt sindur ov spentir at byrja við. Vit eru ofta eitt sindur spentari til dystirnar móti Fleyr enn til aðrar dystir, og tað sóu vit eisini í dag.
Breiddin er góð
Rúni Weihe helt annars, at ein grund til sigurin leygardagin var, at Fram hevur eina góða breidd í hópinum.
- Tá tað ikki gongst so væl hjá onkrum, hava vit fólk á beinkinum, sum kann koma inn, og tað ger mun. Kanska er breiddin hjá okkum eitt sindur størri enn hjá Fleyr, og tað hjálpti okkum væl í dag.
Tað eru enn nógvir dystir eftir, men Rúni Weihe dylur ikki fyri, at málið hjá Fram í ár er at enda sum føroyameistari. Teir hava longu vunnið móti bæði SÍ og Fleyr, sum mugu metast sum harðastu kappingarneytarnir, og tí sær tað ikki so býtt út hjá Fram, sum eisini hevur fult stigatal. Men Rúni sigur, at hetta ikki merkir so nógv.
- Vit hava vunnið móti SÍ og Fleyr, men vit eru ongan veg komnir enn. Kanska tapa vit móti teimum næstu ferð, og so er tað aftur javnt millum okkum. Og enn eru vit bara í fyrru helvt. Tað verður ikki fyrr enn aftaná nýggjár, at tað veruliga fer at telja, sigur Rúni Weihe.
Áðrenn kappingin byrjaði, ætlaði hann sær av landinum, men hesar ætlanirnar eru fyribils útsettar í eitt ár, og hann fer at spæla við Fram alt hetta kappingarárið. Og tað eiga teir í Fram at vera fegnir um.









