Flogbóltur
Higartil hevur tað ikki verið tann stóri slingurin í valsinum hjá Fram, sum enn hevur fult stigatal í bestu mansdeildini í flogbólti.
Sunnudagin vann Fram móti Mjølni, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað teimum at vinna øll settini, og tað er bara enn ein ábending um, at sjálvt um Fram er ovast á stigatalvuni, so eru nógv av liðunum rættiliga jøvn.
Fram vann tvey tey fyrstu settini 25-17 og 25-20, men so gekk heilt galið hjá oddaliðnum, og Mjølnir vann triðja sett ikki minni enn 25-14. Men havnarmenninir fótaðu sær aftur og vunnu fjórða sett 27-25, og nú er lagt upp til stórdyst næsta leygardag, tá Fram skal til Sørvágs at spæla móti SÍ, sum enn er beint í hølunum á teimum.