Fram eigur høvuðsstaðin

Tað var bert í fyrsta settið, at Fleyr fekk givið grannunum líkinda mótstøðu

Mansflogbóltur

Fram er sterkasta liðið í høvuðsstaðnum. Tað er sum einastu orðini, sum føroyameistarrnir frá 2002 hava, nú flogbóltskappingin er um at vera av.
Og hetta staðfestu teir so enn einaferð fríggjadagin, tá framskundaði dysturin móti Fleyr var á skránni.
Tað var nú heldur ikki væntandi, at Fleyr fór at geva nakra mótstøðu sum so, men fyrsta settið var tó um reppið, at teir loyptu hvøkk á.
Fram raknaði tó við eftir hendan hvøkkin, og restina av dystinum var sum so einki a tosa um. Ein og teir so ofta hava upplivað tað í ár, vórðu teir hjá Fleyr spældir út av vøllinum, og so var tann grannauppgerðin liðug.
Fram hevur nú ein dyst eftir á skránni, tá teir í seinasta umfarinum taka ímóti nýggju meistarunum úr ÍF. Fyri plássini á stigatalvuni hevur dysturin ongan týdning, men tað er sum so ógvuliga hóskandi, at tað eru júst hesi liðini, sum enda árið. Hóast teir bert eru á fjórða plássinum, so hevur Fram kanska meira enn nakar annar megnað at argað ÍF í ár, og so kunnu teir í hesum seinasta dystinum enda árið við at fara í steypaskápið eftir sjónliga tekininum hjá fuglfirðingum um meistaraheitið.