Ta_ gongur ikki væl hjá Fram í íslendsku landskappingini. Eftir hampuliga gó_a byrjan hevur felagi_, sum Ion Geolgau er venjari hjá, og sum hevur Hans Fró_a Hansen og Fró_a Benjaminsen millum spælararnar, havt ta_ torført, og solei_is er ta_ framvegis.
Mánakvøldi_ var fyrsti dysturin í sjeynda umfarinum í íslendsku landskappingini á skránni. Reykjavíkar felagi_ Fram vitja_i KR, sum eisini er úr Reykjavík. KR vann 3-0, eftir at teir í ste_ginum høvdu veri_ frammanfyri vi_ einum máli. Talan var um brotsspark, sum teir skora_u uppá, tá i_ ta_ resta_u seks minuttir av 1. hálvleiki.
Fram ímóti dystarenda fekk KR tvey mál afturat. Í kvøld ver_a fleiri a_rir dystir í sjeynda umfarinum. Eitt nú skulu Julian Johnsson og ÍA spæla á útivølli í Keflavík.
Eftir trivaliga sigurin á Fram er KR næstovast. KR hevur veri_ íslendskur meistari tvey tey seinastu árini. Fram er næstaftast. Burturúr sjey landskappingardystum hava teir fingi_ fimm stig.
At ta_ ikki er heilt gott í Fram sæst eitt nú aftur í, at felagi_ undan vikuskiftinum gjørdi av, at teir skuldu hava n_ggjan mann at taka sær av næstbesta li_num. Frammanundan hev_i hjálparvenjarin hjá Ion Geolgau eisini havt ábyrgdina av næstbesta li_num. Nú skal hann bara savna seg um at hjálpa til vi_ besta li_num.
Upprunaliga var ásett, at dysturin millum KR og Fram skuldi vera klokkan 19.15 mánakvøldi_. Men eisini íslendingar fylgja vi_ í EM endaspælinum í Portugal. Orsaka av spennandi dystunum millum Frakland og Sveis og Kroatia og Ongland gjørdi íslendska fótbóltssambandi_, KSÍ, av, at dysturin millum KR og Fram skuldi útsetast til klokkan níggju. Í gó_ve_rinum seint á kvøldi longsta dag royndi føroyska felagi_ seg á útivølli ímóti KR, og ta_ hilna_ist ikki væl.