Fram aftur atkvøðurætt

Fótbóltur: Eingin hugur at skifta orð um breiddina og toppin, tá feløgini gingu ímóti áskoðanini hjá nevndini hjá Fótbóltssambandinum

Á aðalfundinum hjá FSF fyri einum ári síðani varð samtykt, at tað ikki skuldi vera ein sjálvfylgja, at øll limafeløgini skuldu hava atkvøðurætt. Treytin skuldi vera, at felagið var umboðað í landskappingini við minst tveimum liðum ? bæði í ungdómsdeildini og í vaksnamannadeildini.

Í fjør var henda broytingin samtykt við stórum meiriluta, og Fram, sum ongan ungdómsfótbólt hevði, gav ilt av sær og boðaði frá, at teir fóru at venda aftur til málið á næsta aðalfundinum.

Tað var FSF og serliga formaðurin, Torleif Sigurðsson, sum vildi hava broytingina framda í fjør. Hansara sjónarmið var, at um øll feløg vóru á jøvnum føti, tá tað varð atkvøtt, so var møguleiki fyri, at ein støða tók seg upp, har smá feløg, sum ikki vóru breitt umboðað í landskappingini, komu at stýra gongdini í føroyskum fótbólti, og tað var hann ikki áhugaður í. Tá vóru fleiri av hesum slagnum ? umframt Fram vóru tey Skansin, KB, Nólsoyar Ítróttarfelag og Æsir úr Vestmanna.

Fram skeyt til aðalfundin leygardagin upp, at lógirnar fyri FSF vórðu broyttar aftur soleiðis, at fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava luttikið í fótbóltskappingini við minst einum liðið í undanfarna kappingarári.

Álvur Danielsen tosaði fyri sjónarmiðnum hjá Fram, og tað mundi hann gera væl, tí ellivu feløg atkvøddu øðrvísi leygardagin, enn tey gjørdu í 1998. Formaðurin í FSF taldist millum teirra, sum ikki atkvøddu fyri broytingaruppskotinum.


Ellivu vóru fyri

Í verjurøðu síni vísti Álvur Danielsen á, at í hansara verð var tað meiri enn undrunarvert, at tað skal bera til at vera limur í einum felagsskapi og at gjalda limagjald uttan at hava atkvøðurætt. Hann hevði kannað viðurskiftini í hinum sersambondunum undir ÍSF, og tað vísti seg, at ásetingin, sum var samtykt í fjør, var bara galdandi í FSF.

Álvur Danielsen helt eisini, at Fram mundi vera søguligt á tann hátt, at felagið hevði verið við til at stovna Fótbóltssambandið fyri tjúgu árum síðani, men hevði síðani mist atkvøðurættin, sjálvt um felagið framvegis var limur.

Eingin annar tók orðið, og atkvøðugreiðslan vísti, at tað var meiriluti fyri at øll feløgini skulu hava atkvøðurætt.

Sambært yvirlitið í ársfrágreiðingini hjá FSF fyri 1998, so fer Fram ikki at luttaka í fýra teimum ovastu deildunum í 1999. Álvur Danielsen upplýsti eftir fundin, at felagið fer at taka lut í 5. deild við einum liði og í old boys deildini við einum liði. Fram fer ikki at taka lut í ungdómsdeildunum í 1999.

Í omanfyri nevnda yvirliti sæst eisini, at einki av hinum omanfyri nevndu feløgunum ? KB, Skansin, NÍF og Æsir ? fer at taka lut í fýra teimum ovastu deildunum og í ungdómsdeildunum. AB hevur ofta verið roknað millum feløgini, sum høvdu trupulleikar við at standa mát við krøvini, sum í fjør vórðu samtykt fyri at sleppa at atkvøða, men nú hava teir ongar trupulleikar av hesum. Í 1999 hava teir boðað frá luttøku í 4. deild við tveimum liðum, einum liði í unglingadeildini, einum dreingjaliði og einum smádreingjaliði í økiskapping, einum piltaliði á hálvum vølli, einum kvinnuliði í 2. deild og einum gentuliði.