Frálíkt veður jóladag

Fleiri brúgvaløg við regni og vindi blæsa komandi dagarnar inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Jólaaftan nærkast eitt stormlágtrýst Føroyum og fer síðani í ein landnyrðing. Eftir lágtrýstið streymar køld luft við kavaælum móti oyggjunum úr norði og útnyrðingi. Enn er nágreiniliga leiðin hjá lágtrýstinum jólaaftan nakað óviss.

 

Týsmorgunin øtlar hann skjótt vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, sum fyrrapartin snarar í ein útsynningi og øtlar upp í skrið ella storm, í støðum møguliga stormur við hørðum hvirlum, 20 til 25 m/s. Alla tíðinda verður skýggjað og stundum regn ella ælingur og hitin millum 5 og 8 stig. Tyýskvøldið og mikunáttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 5 stig.

 

Tollaksmessudag verður hvassur vindur ella skrið av vestri og útsynningi, 15 til 20 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig. Út á náttina øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s og regn. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Jólaaftan verður skrið ella stormur av landsynningi og suðri, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s. Út á dagin makar hann vindin eitt bil og tað verður skiftandi, men óstøðugt. Samdrigið og regn og hitin millum 4 og 7 stig. Jólaaftan og jólamorgun verður upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, við hørðum hvirlum, sum makað nakað út á náttina. Ælaveður og sum frá líður vátaslettingur og kavi og hitin fellur niður móti frostmarkinum.

 

Jóladag makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s Fyrrapartin kavaæl, men sum frá líður turt og samdrigið. Hitin um frostmarkið. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, yvirhøvur turt, men skýggjað. Hitin millum 5 kuldastig og 1 hitastig, út á náttina verður tó eitt sindur heitari.

 

2. jóladag øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin upp í millum 4 og 7 stig. Um kvøldið verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, men um náttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Nógv regn og hitin millum 5 og 9 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í strúk í vindi, stundum upp í hvassan vind, 8 til 15 m/s. Samdrigið og regn, men út á náttina klárar í. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 7 stig.