Limirnir í "Blátt Gras" góvu áhoyrarunum eina minniliga útgávukonsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld. Væl stuðlaðir av Angeliku Nielsen á violin, og Jákupi Zachariasen á dobro og steelguitar leveraðu Richard Johansen, Terje Johannesen,Johan Mikkelsen, Gunnar Steintún, Ragnar Joensen vøruna við bæði fjálgum og lívlígum bluegrasstónum.
In.fo/Rás2 var á staðnum at gera eina ljóðreportasju. Aftaná konsertina prátaðu vit við Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Richard Johansen og Terja Johannesen. Vit prátaðu eisini við Eyðun Jacobsen, sum stóð fyri ferðini hjá bólkinum yvir til Nashville í USA at taka upp. Eyðun leggur dent á, at "Blátt Gras" fingu sera góð viðmæli yviri í USA.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar við Ragnar Joensen, Terja Johannesen, Richard Johansen, Johan Mikkelsen og Eyðun Jacobsen. Millum samrøðurnar hoyrast tónleikabrot frá útgávukonsertini.
GG: Ljóðreportasjan er hálvan tíma til longdar. Les tí bláu strikuna inn, áðrenn lurtað verður.
Til ber at síggja og hoyra eina YouTube-upptøku frá konsertini, við at trýsta á hesa leinkjuna: https://www.youtube.com/watch?v=ZetukmdmjGM
"Blátt Gras" hevur eina útgávukonsert á heimavølli í "Libanon" í Sørvági í annaðkvøld klokkan 20, og eina aðra útgávukonsert í "Kelduni" í Skálabotni sunnukvøldið klokkan 20.










