Í Skipara- og Navigatørfelagnum eru tey samd við tingmonnunum Gerhardi Lognberg og Henrik Old, sum undir orðaskifti í Tinginum í gjár fýltust á skiparalønina hjá Strandferðsluni, og at skiparar støðast ov illa.
-Hetta ger seg serliga galdandi, tá samanborið verður við lønaralagið við handils- og frálandaskipum. Har eru lønirnar hækkaðar sera nógv seinastu árini, so inntøkan er nærum tvífalt tað, sum fæst hjá SSL, sigur Eyðstein Djurhuus, sum er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Tað er serliga á Skopunarleiðini at nógv útskifting hevur verið. Talan er bæði menn, sum hava verið í mong ár og aðrir, sum rýma aftur eftir stuttari tíð.
Tað er serliga frálandavinnan sum er sera lokkandi við høgum lønum og góðum setanartreytum og framtíðarmøguleikum
Tað hevur eisini týdnig at sjómenn við SSL gjalda vanligan inntøkuskatt, meðan allir aðrir sjómenn hava eitthvørt slag av serligari skattaskipan, FAS, DIS, § 25 B ella sjómannafrádrrátt.
Avleiðingin av lønarmuninum og skattaviðurskiftunum er, at rættiliga nógvir skiparar hava fingið sær annað starv ta seinastu tíðina, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum. Hann leggur afturat, at tað er serliga frálandavinnan sum er sera lokkandi við høgum lønum, góðum setanartreytum og framtíðarmøguleikum.










