Frálæra í egning

Norðuri við skúrarnar á Stongunum fáa bæði ung og gomul nú møguleika at læra seg at egna. Hetta verður gjørt sum partur av sjómannadegnum, sum verður hildin í Klaksvík leygardagin.

Hóast tað ikki eru eins nógv, ið egna longur, so eru enn góðir egnarar eftir í landinum. Ikki minst í Klaksvík, har skúrarnir á Stongunum enn sum áður eru karmur um egningina. Í eini roynd at halda egningina við líka, hava fyriskipararnir av Sjómannadegnum í ár valt at geva fólki møguleika at royna seg sum egnarar. Royndir egnarar – bæði yngri og eldri – fara at vegleiða tey, sum vilja halda seg framat.