Frakt og Sand ein stór fyritøka

- Kappingin er hørð, og okkara størstu kappingarneytar eru útlendsk reiðaríir, sigur stjórin í Frakt og Sand í Runavík.

 

Frakt og Sand Sp/f hevur sítt skrivstovuvirksemi við Fjøruveg 12 í Runavík. Hetta er beint við, har Eysturoyartunnilin fer at koma út í Rókini. Umframt tey átta fólkini, sum starvast á skrivstovuni í Runavík, starvast fimm fólk fyri felagið í Flekkefjord í Noregi.

Hóast mong vita lítið um hesa sjóvinnufyritøku, tí lítið verður veipað við ørmum í tíð og ótíð, er tað eitt stórt tal av fólki, sum hava sítt starv hjá felagnum. Umframt fólkini í Runavík og Flekkefjord, eigur Frakt og Sand níggju skip, umframt at felagið hevur trý onnur skip í sigling.

Talið av sjófólki, sum eru knýtt at hesum 12 skipum, liggur um 105. Tað merkir, at Frakt og Sand tilsamans hevur 118 fólk undir sínum hatti, og soleiðis er tað eitt stórt arbeiðispláss, sum Álvur Højgaard, stjóri, saman við sínum fólki umsitir og hevur ábyrgdina av.

Frakt og Sand hevur verið fyri stórum vøkstri seinastu 10 árini.

- Hesi árini er vøksturin á umsetningi, starvsfólkum og kapasitetinum hjá skipunum fimm faldaður. Kappingin er hørð, og okkara størstu kappingarneytar eru útlendsk reiðaríir, sigur stjórin, sum í vinnutemanum í Sosialinum í dag greiðir ítøkiliga frá fyritøkuni í Runavík.