Frakt & Sand yvirtekur íslendsk skip

Síðst í januar yvirtók Sp/f Frakt & Sand í Runavík raksturin av íslendsku handilsskipunum, Haukur og Sunna.

- Síðst í januar yvirtók Sp/f Frakt & Sand í Runavík raksturin av íslendsku handilsskipunum, Haukur og Sunna, við møguligum keypi fyri eygað. Skipini eru systirskip til Havnes, sum reiðaríði eigur. 

 

Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. Lagt verður aftrat, at Haukur er bygdur í 1990 og Sunna í 1993. Skipini eru 74 metrar long og 12 metrar breið, og motorarnir eru 1470 kw. Bergen Diesel.

 

- Í farnu viku yvirtók reiðarríið formelt skipið Haukur og gav honum navnið Hav Nordic. Samstundis varð nýggj manning sett á skipið, sum síðan hevur verið í Pólandi eftir fiskamjøli og er nú á veg til Íslands við lastini.

 

Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, varðar av, veit eisini at siga, at Sunna eftir ætlan verður yvirtikin formelt í apríl mánaði.