Frákoyrdi forsetin í Suðurkorea leyslatin

Frákoyrdi forsetin í Suðurkorea, Yoon Suk-yeol, varð í dag leyslatin úr fongslinum.

Fyrrverandi forsetin í Suðurkorea, Yoon Suk-yeol, fer úr fongslinum í Uiwang í Suðurkorea 8. mars. - Mynd: Kim Hong-Ji

Tað skrivar Reuters.

Hann er latin leysur, eftir at ein dómstólur í Suðurkorea í gjár ógildaði handtøkuboðini móti fyrrverandi forsetanum.

Yoon varð handtikin í januar í sambandi við málið um, at hann lýsti undantaksstøðu í fjør.

Eftir nakrar dramatiskar tímar varð undantaksstøðan avtikin av tjóðartinginum, men hetta elvdi til politiskt kaos í Suðurkorea.

Tjóðartingið koyrdi Yoon úr embætinum í desember og avgjørdi at seta ákærumál í verk.

Samstundis er revsimál tikið upp, har hann er skuldsettur fyri yvirgang.

Yoon skal framvegis møta í rættinum, hóast hann ikki er varðhaldsfongslaður longur.

 

/Ritzau/

 

 

 

Fyrrverandi forsetin í Suðurkorea, Yoon Suk-yeol, fer úr fongslinum í Uiwang í Suðurkorea 8. mars. - Mynd: Kim Hong-Ji