Frákoyrdi FBI-stjórin: Trump bað meg sleppa Flynn-kanning

FBI kannar millum annað, um fyrrverandi trygdarráðgevin, Michael Flynn, hevur samstarvað við russisku stjórnina

FBI kannar millum annað, um fyrrverandi trygdarráðgevin, Michael Flynn, hevur samstarvað við russisku stjórnina.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað eftir øllum at døma fyrrverandi FBI-stjóran, James Comey, um at enda kanningarnar av fyrrverandi nationala trygdarráðgevanum, Michael Flynn.

 

Tað skrivar Comey í einum noti, skrivar blaðið The New York Times.

 

Orðini hjá Donald Trump fullu sambært notatinum á einum fundi millum Trump ig Comey 14. februar, dagin eftir,a t Michael Flynn var farin frá.

 

Flynn er ákærdur, tí hann eftir øllum at døma hevur havt serliga tøtt bond til Russlands.

 

Hann hevur harafturat misinformerað um fundir við russiskar sendimenn, áðrenn Donald Trump tók við sum forseti.

 

Beint eftir at Flynn var farin frá, kom fram, at amerikanski løgmálaráðharri mistonkti Flynn fyria t vera ov sárbaran mótvegis russiskari avpressing. Hví so ver er ikki reiðiliga greitt.

 

– Eg vóni, at tú kann síggja ímillum fingararnar við hesum, segði Trump fyri Comey.

 

Ein kelda kring Comey sigur, at smálutirnir í notatinum, sum er endurgivið í blaðnum, eru rættir.

 

At málið kemur fram nú, passar sera illa hjá Donald Trump.

 

Eftir at forsetin koyrdi FBI-stjóran James Comey hevur hann verið ákærdur fyri at royna at tarna FBI í at kanna, um legan hjáTrump hevði samstarvað við Russland fyri valið í november.

 

The New York Times skrivar, at notatið er eitt av mongum, sum Comey skrivaði fyri at kunna skjalprógva, at forsetin legði hann undir trýst í sambandi við kanningina av russiskari uppíblandan í sambandi við valið.

 

Umsitingin hjá Trump avnoktar, at upplýsingarnar eru rættar.

 

Í einum tíðindaskrivi skriva Hvítu Húsini, at hetta »ikki er sonn ella beinrakin lýsing av samtaluni millum forsetan og hr. Comey«.

 

Ein talskvinna fyri FBI hevur nokta at gera viðmerkingar til sálutirnar í notatinum, skrivar Ritzau.