Microsoft milliardingurin Bill Gates dettur eitt pláss aftur á listanum hjá Bloomberg yvir heimsins ríkastu fólk. Áður hevur Bill Gates verið ovast á hesum lista.
Amazon-eigarin Jeff Bezos verður roknaður sum ríkasti maður í heiminum. Hann skal eiga ognir fyri 125 milliardir dollarar.
Bill Gates hevur verið næstríkasti maður, men nú hevur franski Bernard Arnault yvirhálað amerikumannin. Seinasta árið er ognin hjá Arnault vaksin meira enn ognin hjá Gates.
Bernard Arnault, sum er høvuðseigari av marglætismerkinum LVMH, skal eiga ognir fyri 108 milliardir dollarar – eina milliard meira enn Bill Gates.
Næstir á listanum hjá Bloomberg eru íleggjarin Waren Buffett og Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg.

Fraklendingur er nú ríkari enn Bill Gates

