Um tað ikki eydnast at lenda klokkan gott tíggju í morgin, verður nýggj støða, sum ivaleyst fer at bera við sær, at dysturin verður útsettur Franska fótbóltslandsliðið er nú í Bergen. Flogskipararnir á leiguflogfarinum hjá Malmø Aveation hava ikki loyvi at flúgva meiri í kvøld. Bæði flogmanningin og franska fótbóltslandsliðið fara at sova í Bergen.
Fyrrapartin í morgin verður nýggj roynd gjørd at lenda í Vágum. Flogfarið ætlast at fara úr Bergen klokkan 10 norska tíð. Tað verður í Vágum klokkan gott tíggju. Um tað eydnast at lenda tá, so verður dysturin á Tórsvølli spældur sambært løgdu skránni.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, hevur í kvøld verið í sambandi við UEFA, sum aftur hevur verið í sambandi við umboð fyri franska fótbóltssambandið.
Trý umboð fyri franska fótbóltssambandið komu til Føroya í gjár.
- Um tað ikki eydnast at lenda fyrrapartin í morgin, verður talan um nýggja støðu, sum so verður tikin til viðgerðar. Vit duga illa at ímynda okkum, at tað so fer at bera til at spæla dystin í hesum umfarinum. Føroyska liðið skal av landinum við kós ímóti Ukreina sunnumorgunin klokkan 8.15, sigur Ísak Mikladal, FSF aðalskrivari.
Eitt flogfar hjá Atlantsflog, sum hevur bíðað á Egilsstøðum, lendi um ellivu tíðina, eitt fer væntandi at lenda nú klokkan hálvgum tólv, og eitt ætlast at lenda á midnátt.
Dómararnir úr Turkalandi og UEFA umboðsmaðurin úr Ungarn eru umborð á hesum flogførunum.
Tað er ikki rætt, tá ið tað fyrr í kvøld varð sagt, at franska ferðalagið hevur verið á Egilsstøðum í kvøld. Fraklendingarnir hava fyrr í dag millumlent í Aberdeen, og í kvøld bíðaðu teir í Bergen, hagar teir nú eru afturkomnir.