Fraklendingar ræðast Føroyar

Um vikuskiftið samráddust londini í HM-undankappingarbólki 7 í Wien. Føroyar eru eitt av londunum í bólkinum, og tað er Frakland eisini. Í heyst var franska landsliðið í Føroyum og hevði eina lítið hugaliga ferð við nógvari seinking og harðligari lending.

 

Á fundinum í Wien um vikuskiftið gjørdu fraklendingar greitt, at teir vildu ikki aftur til Føroya longu næsta ár, og tí verður heimadysturin ímóti Fraklandi ikki spældur fyrr enn í august 2009, og so er at vóna, at fraklendingar hava gloymt seinastu ferðina til Føroya.