Mótmælisgongur eru og hava verið í øllum Fraklandi í dag, og tað gongur ikki stilt fyri seg. Tað eru teir hækkandi brennievnisprísirnir, sum hava fingið fraklendingar at mótmæla. Franski forsetin, Emmanuel Macron, ætlar nevniliga at innføra avgjøld til bensin og diesel fyri at fáa fólk at skifta til umhvørvisvinarligar bilar.
Men hesum vil rørslan, sum kallar seg “Teir Gulu Vestarnir”, ikki finna seg í. Hendan rørslan hevur í meira enn eina viku víst sína ónøgd um brennievnisprísirnar við at skipa fyri mótmælisgongum, har mótmælisfólkini ganga í gulum endurskinsvestum. Seinasta leygardag mótmæltu um 280.000 fólk kring landið.
Franska løgreglan hevur sjálvandi verið væl mannað til ymsu mótmælisgongurnar, sum hava verið kring landið. Serliga nógv rok hevur verið í franska høvuðsstaðnum, París, og har hava løgreglufólk brúkt táragass og vatnkanónir ímóti summum mótmælisfólkum. Mann væntar, at um 30.000 fólk mótmæla í París í dag. BBC skrivar, at upp ímóti 3.000 løgreglufólk hava fingið arbeiðsboð í dag.
Mótmælisgongurnar hava kravt tvey mannalív, og 606 fólk eru særd seinastu vikuna.