Fólk, sum sluppu livandi frá fólkadrápinum, hava fleiri ferðir lagt Frakland undir at hava vant álopslið ig teir stjórnarhermenninar, sum skipaðu fyri fólkadrápinum, sum kostaði umleið 800.000 mannalív. Í teirri nýggju frágreiðingini, sum ein serlig kanningarnevnd hevur gjørt fyri stjórnina, verða franskir politikarar og franska fregnartænastan lagd undir at hava mevirkað til fólkamorðið. Nevndin mælir eisini stjórnini til at stevna teimum fyri rættin.
-Millum teir fronsku politikararnar, sum eru nevndir í rwandisku frágreiðingini, eru fyrrverandi forsetin Francois Mitterand, fyrrverandi forsætisráðharrin Edouard Balladur og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Alain Juppe. Sambært frágreiðingini styðjaðu teir hópmorðið politiskt og hernaðarliga.
Umhugsa sak
- Franskir hermenn vóru beinleiðis við í álopum, sum høvdu til endamáls at beina fyri fólki, sum vórðu løgd undir at fjala fólk av tutsi-ættini. Franskir hermenn neyðtóku fleiri tutsi-kvinnur, sum sluppu livandi frá hópmorðinum, stendur millum í frágreiðingini. Har stendur eisini, at fronsku myndugleikarnir vóru leingi vitandi um, at fólkamorðið bleiv lagt til rættis, og teir høvdu eisini medábyrgd av tí, sum hendi.
Rwandiski løgmálaráðharrin, Tharcisse Karugarama, segði í gjár, at frágreiðingin gevur rwandisku myndugleikunum grundarlag fyri at reisa sak ímóti fronskum einstaklingum ella franska statinum. Hann gjørdi tó vart við, at enn hevur stjórnin ikki tikið nakra avgerð um møguliga rættarsókn.
Franska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til frágreiðingina, skrivar AFP úr París.