Frakland tættari hálvfinaluni

Eftir sannførandi 39-30 sigur á Hvítarusslandi restar lítið í hjá fraklendingum at tryggja sær pláss í hálvfinaluni

Tað gekk púrasta, sum tað varð roknað við, tá ið Frakland og Hvítarussland hittust í EM kappingini í hondbólti í Aarhus í kvøld. Frakland var frammanfyri 20-16 í steðginum, og sigurin kundi havt verið uppaftur størri enn 39-30, um ikki fraklendingar í 2. hálvleiki høvdu tikið sær av løttum. Tað gjørdu teir, tí Frakland longu í morgin skal í avgerandi uppgerð ímóti Svøríki um pl+áss í hálvfinaluni.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað ímóti Svøríki í morgin klokkan 17 verður nóg mikið hjá Fraklandi, um tað endar við javnleiki.

Klokkan 19.15 í kvøld bresta Pólland og Svøríki saman. Um Pólland vinnur stig ímóti Svøríki, so verður Frakland partur av hálvfinaluni fríggjadagin, og tað kann eisini fara at vísa seg, at javnleikur verður nóg mikið hjá Svøríki.

Tað eru framvegis fýra lið í hesum bólkinum, sum hava møguleika at vinna tey bæði plássini í hálvfinaluni. Umframt Frakland eru tey Kroatia, sum í dag vann stórsigur á Russlandi, og so Pólland og Svøríki.