Frakland spilti møguleikan

Frakland hevði ein gyltan møguleika at hála inn á Serbia leygardagin, og at leggja sjógv ímillum seg, Eysturríki, Litava og Rumenia. Men henda møguleikan spiltu fraklendingar við einum sjálvmáli. Tá 49 minuttir vóru farnir legði Thierry Henry Frakland á odda 1-0. Talan var um landsliðsmál nummar 49 hjá Thierry Henry. Fraklendingar og viðhaldsfólkini á tí útselda Stade de France høvdu ikki meir enn fingið armarnar niður, so stóð á jøvnum 1-1. Tá 56 minuttir vóru farnir beindi Julien Escude bóltin í egið mál til javnleik 1-1. Fraklendingar hava ein sera torføran útidyst í Beograd mikukvøldið. Serbia hevur 18 stig, fýra stig meir enn Frakland, sum hevur 14 stig, og hevur heimaliðið tí eitt framúrskarandi útgangsstøðið. Rumenia tekur ímóti Eysturríki, meðan Føroyar taka ímóti Litava.