Frakland skelkað

Tíðindini um at stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, er tikin í New York og skuldsettur fyri kynsligan ágang, hava skelkað Frakland. Maðurin, sum hevði allar møguleikar at vinna á Nicolas Sarkozy á forsetavalinum næsta ár, situr nú í einum kliva á løgreglustøðini í Harlem og skal seinni í dag fyri ein dómara.

-Hetta rakar ikki bara hann og framtíðina hjá sosialistaflokkinum, men er eisini skaðiligt fyri umdømi Fraklands, sigur politiski viðmerkjarin Cristophe Barbier.

-Hetta er ein bumba í forsetavalinum, og skuldi tað víst seg, at Strauss-Kahn er ósekur, má hann kortini taka seg burtur úr valstríðnum, skrivar vikublaðið Le Nouvel Observateur.

Løgreglan í New York tók IMF-stjóran, beint áðrenn hann skuldi fara við einum flogfari úr New York til París. Ein 32 ára gomul kvinna hevur skuldsett Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang og neyðtøkuroynd. Kvinnan arbeiðir á hotellinum, sum IMF-stjórin búði á.