HM Bólkur G
Heilt so galið, sum tað gekk fyri fýra árum síðani, verður tað tó neyvan hjá Fraklandi hesaferð. Ta ferðina mátti landið heim, uttan at somikið sum eitt mál varð skotið, men nú Togo er partur av bólkinum, tykist tann møguleikin mest sum óhugsandi.
Og tó at talan spakuliga er við at gerast um eitt slitið franskt landslið, so skerst ikki burtur, at talan framvegis er um framúr góðar spælarar. Somikið góðar, at liðið ikki eigur at fáa trupulleikar við at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Hava nógv at verja
Stóri spurningurin tykist tí vera, hvørt tað verða Sveis ella Suðurkorea, sum vinna næsta atgongumerkið til 1/8-finalurnar.
Suðurkorea spældi seg allan vegin fram til hálvfinalurna seinast, og ein ítøkilig avleiðing av hesum er, at teir nú eru styrkismettir í næsta lagnum. Nakað sum alt annað líka vil geva eina meira yvirkomuliga mótstøðu í bólkaspælinum.
Síðani sera væl eydnaðu framførsluna fyri fýra árum síðani tykist liðið eisini at vera styrkt á fleiri økjum. Fleiri spælarar gera nú um seg í stóru europeisku deildunum, og ikki minst eru vónirnar stórar til Youn-Pyo Lee og Ji-Sung Park, sum dagliga gera um seg í ávíkavist Tottenham og Manchester United.
Tað valdar tó framvegis óvissa um, hvussu sterkur hópurin hjá Suðurkorea er á fleiri økjum. Hartil kann liðið ikki hesa ferð rokna við sama fanatiska stuðuli frá áskoðaraplássunum, og hartil hava fyrireikingarnar ikki verið eins góðar hesaferð. Fyra fýra árum síðani varð nógv lagt fyri, og Guus Hiddinck hevði tá hálvt ár saman við liðnum undan HM-kappingini. Tær sømdirnar fær landsmaður hansara, Dick Advocaat, ikki hesaferð, men útliokast kunnu ídnu suðurkoreanararnir á ongan hátt.
Sveis tørvar mál
Hjá Sveis tykist stóri spurningurin vera, hvørt liðið megnar at skjóta neyðugu málini, um teir skulu vinna seg víðari. Saman við Fraklandi spældi Sveis seg viðari úr okkara undankappingarbólki, men tað vera fyrst og fremst krútsterku verjuni at takka.
Í so máta er útgangsstøðið helst lítið øðrvísi hjá Jacob Kuhn og hansara monnum. Móti Fraklandi kann liðið væl liva við javnleiki, og tað sama er helst støðan, tá Suðurkorea er mótstøðan. Móti Togo verður Sveis tó helst tvingað at leypa á, og tað ger helst ikki uppgávuna lættari, at teir tá enn hava dyst móti Suðurkorea til góðar.
Mann fyri mann tykist Sveis heldur ikki hava so øgiliga styrki, og tí eru einstaklingarnir, sum kunnu avgera alt sjálvir, truplir at síggja. Frei gjørdi tó nógv um seg í undankappingini, og Hakan Yakin hevur áður víst, at hann dugir eitt sindur av hvørjum. Sterkasti spælarin er uttan Johann Vogel, men sum defensivur miðvallur er tað neyvan frá honum, at roknast skal við teimum mongu málunum. Og helst verða tað júst hesi, sum verða avgerandi fyri sveisisku vónirnar.
Togo sum veikasta liðið
Seinasta liðið í bólkinum er Togo. Eitt lið, sum tey flestu helst meta sum ein walk-over hjá hinum trimum. Talan er um fyrstu HM-luttøkuna hjá Togo, og bara tað, at landið er við, er ein veldug sensatión í sjálvum sær. Og tann sensatiónin verður bara minni fyri hvørt einasta stigið, sum landið kann vinna sær.
Verður sæð burtur frá dýra Arsenal-reservanum, Emmanuel Adebayor, er talan um rættiliga ókunnug nøvn í europeiskum fótbóltsoyrum, og avrikið í African Nations Cup 3 tap á rað borgar heldur ikkif yri einum serliga sterkum liði.