Frakland hevur í kvøld vunnið 1-0 á Týsklandi í bólki F, sum eisini telur Portugal og Ungarn. Einasta málið í dystinum var eitt sjálvmál frá Mats Hummels.
Tað byrjaði nakað javnt, har Frakland kanska hevði nakað meir at bjóða í álopsspælinum. Tað var eisini eitt gott uppspæl, sum endaði við at Mats Hummels sendi eitt innlegg í egið mál.
Í seinna hálvleiki var Frakland væl, meðan Týskland hevði torført við at finna nakrar skilagóðar loysnir. Heldur var Frakland nærri at skora til 2-0, enn Týskland var at javna. Karim Benzema helt hann hevði økt til 2-0, men tað var rangstøða í uppspælinum.
Fyrr í kvøld vann Portugal 3-0 á Ungarn. Tí hevur Týskland úr at gera, um teir skulu koma víðari úr bólkaspælinum. Týskland var lítið sannførandi í álopsspælinum. Serliga innskifti Timo Werner kom illa frá tí.